- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kim Kilsen ætlar at skipa nýggja samgongu
Kim Kilsen ætlar at skipa nýggja samgongu
Samgongan í Grønlandi er slitna. Men Kim Kielsen, landsstýrisformaður ætlar at skipa nýggja samgongu.
10.09.2018 - 06:41
Kim Kielsen í Siumut heldur fram sum landsstýrisformaður í Grønlandi, hóast landsstýrið slitnaði, tá flokkurin Partii Naleraq fór úr samgonguni seinnapartin í gjár.
Kim Kielsen fer nú at kanna, um til ber at gera nýggja samgongu. Landsstýrið er nú í minniluta í landstinginum.
Kim Kielsen sigur seg hava heimild at verða sitandi eina tíð enn.
Landstingið er ikki saman í løtuni, og skal Kim Kielsen leggja frá sær, er neyðugt at kalla tingið saman.
Landstingið kemur saman aftur 28.september.
Val var í Grønlandi 24.apríl. Landsstýrið varð skipað 15.mai. Í tí eru níggju fólk, tveir landsstýrismenn vóru úr Partii Naleraq.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV