- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hálendingar rudda alt plastið úr Kyrrahavinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ocean_cleanup.png?itok=RACCKQeK)
Felagsskapurin The Ocean Cleanup, fer nú at rudda plastikk-suppuna í sjónum, sum henda dálkingin av plastik eisini verður nevnd.
The Ocean Cleanup ætlar næstu fimm árini at taka burtur 50 prosent av burturkastinum, og í 2040 skal 90 prosent verður tikið.
Plastið er ein stór hóttan móti súgdjórum, fuglum og fiski - og eisini menniskjum.
Tað verður gjørt við eini 600 metrar flótiskipan, sum kann savna umleið fimm tons av plasti um mánaðin.
Skipanin er skapt sum eitt U og er flótandi rørleiðingar. Undir teimum hongur eitt tríggjar metrar djúpt skjúrt, sum minnir um kølararistina á einum bili. Rørið ger, at skipanin flýtur, og at plastik ikki flýtur uppi yvir, meðan skjúrtið far fatur í plastikki, sum er heilt niður í fáar millimetrar til støddar og upp í fleiri metrar.
Hetta verður rikið við vindi, aldum og havstreymi, og eftir nøkrum mánaðum kemur eitt skip og tekur innsavnaða plastikkið við inn til lands.
Talan er um størstu roynd nakrantíð í heiminum at rudda plast úr heimshøvunum, og loysnin er dýr. Verkætlanin kostar 157 milliónir krónur.