- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar byrjaðu við sigri
Føroysku spælararnir livdu í kvøld upp til favorittleiklutin, sum bleiv givin teimum, áðrenn dystin móti Malta.
Føroyar vunnu 3-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2-1.
Jóan Símun Edmundsson skoraði fyrsta málið í 31 minutti, tá hann revsaði eitt mistak hjá maltesisku verjuni.
Venjarin hjá Malta vísti eftir dystin til hetta málið, tá hann segði, at gert tú mistøk, so mást tú rinda prísin.
Málið setti gongd á gott føroyskt spæl, og tá 38 minuttir vóru farnir, økti Rene Shaki Joensen til 2-0.
Nógv bendi eisini á, at tað skuldi blíva hálvleiksstøðan, men stutt fyri hálvleik minkaði Michael Mifsud um munin til hálvleiksstøðuna 2-1.
Endurtøkurnar vístu, at málið hjá Malta burdi verið kolldømt, tí Mifsud var rangstaddur.
Allur ivi bleiv tó skúgvaður til viks, tá seinni hálvleikur var bara seks minuttir gamal.
Fyrst hildu Føroyar seg eiga brotsspark, sum ikki bleiv dømt. Sølvi Vatnhamar bleiv tó við at stríðast fyri bóltinum.
Tað endaði við, at hann við góðari avlevering spældi Hall Hansson í góða støðu, og hann setti bóltin í málið til endaliga úrslitið 3-1.
Føroyska liðið kom til nakrar møguleikar aftaná 3-1 málið, men tóktist annars at vera nøgt við støðuna og leyp tí ikki líka nógv á.
Úrslitið hevur við sær, at Føroyar eru á odda í bólki 3 í kapping D í UEFA Nations League.
Hin dysturin í bólkinum, millum Aserbadjan og Kosovo, endaði 0-0.
Mánakvøldið spæla Kosovo og Føroyar í høvuðsstaðnum í Kosovo, Pristina.
Malta tekur mánakvøldið ímóti Aserbadjan.
Føroyar-Malta 3-1 (2-1)
31 min. | 1-0 | Jóan Símun Edmundsson |
38 min. | 2-0 | Rene Shaki Joensen |
42 min. | 2-1 | Michael Mifsud |
51 min. | 3-1 | Hallur Hansson |