- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myanmar vísir ST-frágreiðingini aftur
Myanmar vísir einari ST-frágreiðing aftur, har herurin í landinum verður lagdur undir at hava roynt at fremja fólkadráp móti muslimska rohingya-minnilutanum. Tað sigur ein talsmaður fyri stjórnina í Myanmar.
ST-frágreiðingin varð almannakunngjørd mánadagin.
- Vit loyvdu ikki ST at sleppa inn í Myanmar, og tí góðtaka vit onga yvirlýsing frá mannarættindaráðnum hjá ST, sigur talsmaðurin sambært AFP.
ST mælir til, at málið verður latið altjóða revsidómstólinum, ICC.
Mælt verður eisini til, at herovastin og fleiri generalar í landinum koma fyri ein dómstól fyri at hava roynt at fremja fólkadráp og brotsgerðir móti mannaættini, skrivar Reuters.
Umleið 700.000 rohingya-muslimar eru flýddir úr Mynamar til Bangladesh, síðani herurin fór at jagstra teir fyri einum ári síðani.
Í ST-frágreiðingini verður eisini funnist hvassliga at sivila leiðaranum í Myanmar, Aung San Suu Kyi, sum fekk Nobel-friðarheiðurslønina í 1991 fyri at stríðast ímóti hermannastýrinm í Myanamar.
Aung San Suu Kyi hevur ikki brúkt støðu sína sum stjórnarleiðari ella moralska myndugleikan at byrgja fyri ella at forða tí, sum er hent, stendur í ST-frágreiðingini.