- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglumaður dømdur fyri dráp í Texas
Løgreglumaður dømdur fyri dráp í Texas
Ein løgreglumaður í amerikanska statinum Texas er dømdur sekur fyri at hava dripið ein óvápnaðan, svartan tannáring í apríl í fjør.
Mynd: AP News
29.08.2018 - 10:08
Ein løgreglumaður í amerikanska statinum Texas er dømdur sekur fyri at hava dripið ein óvápnaðan, svartan tannáring í einum bili nærindis Dallas í apríl í fjør, skrivar AP.
Dómurin hevur vakt ans, tí tað er rættiliga sjáldan, at løgreglufólk verða dømd fyri dráp.
Nevningarnir í rættinum í Dallas vístu uppáhaldinum hjá løgreglumanninum, Roy Oliver, aftur.
Hann segði, at hann skeyt 15 ára gamla Jordan Edwards, tí hann og ein starvsfelagi vóru í vanda.
Men starvsfelagin hjá Roy Oliver, Tyler Cross, segði í rættinum, at hann kendi seg ongantíð hóttan.
Roy Oliver starvast ikki longur sum løgreglumaður.
Enn er ikki greitt, at nær rætturin fer áseta revsingina
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV