Ryanair gjørt lønarsáttmála fyri fyrstu ferð

Ryanair gjørt lønarsáttmála fyri fyrstu ferð
Fyri fyrstu ferð í 32 ára søgu felagsins hevur írska lágprísflogfelagið, Ryanair, gjørt lønarsáttmála við ein starvsbólk.
 
28.08.2018 - 16:35

Flogskipararnir í Ryanair, sum hava støð í Italia, hava atkvøtt fyri at taka undir við sáttmálanum, sum Ryanair og fakfelagið Anpec skrivaðu undir fyrr í hesum mánaðinum.

Starvsfólkaovastin í Ryanair, Eddie Wilson, fegnast um, at italsku flogskipararnir hava tikið undir við sáttmálanum. 

Hann sigur seg vóna, at ein líknandi avtala skjótt verður gjørd við írsku flogskipararnar, sum eru bidnir um at taka støðu til eitt semingsuppskot.

Higartil hevur Ryanair sýtt fyri at gera sáttmála við flogskiparar, flogternur og flogtænarar, men í desember boðaði leiðslan í flogfelagnum frá, at hon viðurkendi fakfeløgini, og at felagið fór at virka fyri at gera sáttmála við starvsfólkini. 

René Arpe, formaður í danska flogskiparafelagnum, sum m.a. er fakfeløg hjá 400 flogskiparanum í SAS, sigur, at stóri eftirspurningurin eftir flogskiparum hevur ávirkað Ryanair og fingið leiðsluna til samráðingarborðið.

- Flogskiparar eru vorðnir meira flytførir, og eru korini í einum flogfelagi ikki nóg góð, eru møguleikar at fáa starv i einum øðrum flogfelag, sigur hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155