- Tíðindi, mentan og ítróttur
Facebook útihýsir hernaðarligar leiðarar í Myanmar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/facebook-suspends-cambridge-analytica-which-worked-for-trump-campaign-660x330.jpg?itok=EIaAOKYj)
Eisini er ein Instagram-konta strikað í eini roynd at steðga útbreiðsluni av "hatri og miskunning", skrivar Reuters, sum endurgevur Facebook.
Stigið hjá Facebook merkir, at herurin í Myanmar í roynd og veru missir sín týdningarmesta almenna kunningarmiðil. Tí fleiri milliónir fólk fylgja við, hvat verður lagt út á hesar síðurnar í Myanmar, har sosiali miðlarisin kann samanberast við internetið sjálvt.
Stongsulin leggur upp aftur størri trýst á generalarnar, nú ein ST-kanning hevur staðfest, at herurin í Myanmar hevur framt hópdráp og hópneyðtøkur av muslimum við tí endamáli at "fremja fólkadráp".
Í kanningini stendur, at ovasti hernaðarligi leiðarin og fimm generalar í Myanmar eiga at verða drignir fyri Atljóða Mannarættindadómstólin fyri at hava lagt ringastu brotsverkini, sum hugsast kunnu, tilrættis.
- Vit hava sett bann á Facebook fyri 20 persónum og feløgum í Myanmar, íroknað Min Aung Hlaing, herovasta, og fyri sjónvarpsrásini hjá herinum í Myanmar, stendur í eini fráboðan frá Facebook.
Facebook sigur við Reuters, at hetta er fyrstu ferð, at fyritøkan setir slíkt bann fyri heri ella politikarum í einum landi.
Fyrr í hesum mánaðinum bar Reuters eina søgu um, at Facebook ikki hevði forðað fyri hatursálopum á Rohingya-fólk og aðrar muslimar í Myanmar. Dagin eftir viðgekk Facebook, at fyritøkan hevði verið ov sein at gera nakað við málið.