- Tíðindi, mentan og ítróttur
Peru krevur pass fyri at sleppa um markið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/pass.png?itok=lT5Qd4gU)
Peru roynir nú at avmarka talið av flóttafólki úr Venesuela. Tað verður gjørt við at nokta teimum at koma um markið, sum einans hava samleikakort uppi á sær. Tó eru børn, kvinnur og eldri fólk undantikin. Annars er kravið fyri at sleppa inn í Peru, at passið skal vera í lagi.
Nakað somu reglur royndi Ekvador at seta í gildi í síðstu viku, men ein dómstólur setti tær úr gildi aftur.
Fólk flýggja í túsundatali
Fólk í túsundatali flýggja úr Venesuela hvørja viku, tí búskapurin har er farin um koll. Trot er á mati, heilivági og øðrum neyðsynjarvørum.
Seinastu fýra árini eru meira enn tvær milliónir fólk farin úr Venesuela. Grannalondini stríðast við at hýsa øllum, og í ST verður arbeitt við at skipa eina serliga suðuramerikanska eind, ið skal taka sær av at samskipa neyðugu tiltøkini. Flóttafólkastovnurin hjá ST sigur, at støðan kann gerast eins og hon var í Miðalhavinum, tá støðan har var uppá tað ringasta.