- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggi forsetin velur ráðharrar í næstum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/scott_morrison.jpg?itok=Fi4OqjGC)
Scott Morrison sigur, at hann fer at tryggja, at konservativu og liberalu virðini flokkinum fara at síggjast aftur í nýggja hópinum.
Vit mugu arbeiða sum eitt toymi og hyggja upp á, hvussu hendan vikan hevur ávirkað flokkin. Vit fara at gera tær broytingar, sum eru neyðugar, men tá tað er neyðugt, halda vit fram eftir sama leisti, sigur nýggi forsetisráðharrin.
Fyrrverandi avstralski forsetisráðharrin Malcolm Turnbull varð í dag koppaður eftir innanhýsisstríð, og Scott Morrison hevur tikið yvir.
Malcolm Turnbull hevur verið formaður í liberala flokkinum síðani 2015, men vánaligar veljarakanningar hava ført til uppreistur í baklandinum, nú val stendur fyri durðum, og Scott Morrison vann eitt inannhýsis val móti fyrrverandi innlendisráðharranum Peter Dutton, skrivar BBC.
Turnbull sjálvur var ikki millum valevnini í loyniliga valinum, sum ein meirluti av parlamentslimunum í flokkinum kravdu, eftir at nógv rumbul í seinastuni hevur gjørt stjórnina óarbeiðsføra.
Seinastu 10 árini eru tríggir forsetisráðharrar í Avstralia koppaðir í innanhýsis stríði, og eingin forsetisráðharri hevur klárað at sitið tey 3-4 árini, sum eitt vanligt valskeið er, seinastu nógvu árini, skrivar BBC.