Minnir kommunu á at spyrja aðrar myndugleikar

Minnir kommunu á at spyrja aðrar myndugleikar
Innlendismálaráðíð sigur, at áðrenn byggiloyvið verður latið, skulu aðrir myndugleikar spyrjast
Mest ætlar at inniloka turrdokkina á Skála við einari høll.
 
28.06.2018 - 07:54

Innlendismálaráðið minnir Runavíkar kommunu á at spyrja aðrar myndugleikar, so sum friðingarmyndugleikarnar, fyrst, áðrenn byggiloyvið verður latið til høllina hjá skipasmiðjuni á Skála.

Innlendismálaráðið vísir í hesum sambandi á kunngerðina um kommunala byggimálsviðgerð.

Sambært henni má ikki latast byggiloyvi, fyrr enn tað er staðfest, at aðrir myndugleikar, sum virka eftir aðrari lóggávu, eisini góðkenna byggingina.

Málið varð sent landsstýrinum fyrst í oktober í fjør. Tá hevði tað ligið frammi alment frá 6. til 27.juni.

Tvey mótmæli komu, undir øðrum vóru 129 undirskriftir, undir hinum tvær.

Stór høll

Býarskipanarnevnd landsins tók undir við at gera serstaka byggisamtykt, so ein stívliga 40 metra høg høll kann byggjast yvir turrdokkina hjá skipasmiðjuni á Skála.

Innlendismálaráðið staðfesti ummælið hjá Býarskipanarnevndini.

Meðan málið var í nevndini fekk Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum, eitt skriv frá 11 fólkum á Skála, sum mæltu til ikki at gera serstaka byggisamtykt fyri økið, har sum turrdokkin á Skála er.

Men landsstýrið hevur givið Runavíkar kommunu loyvi til at gera serstøku byggisamtyktina, treytað av, að eingin annar myndugleiki noktar.

Høllin, sum Mest ætlar at byggja yvir turrdokkina, er 129 metrar long, 47 metrar breið og 40,4 metrar høg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308