- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj rundkoyring í Havn
Havnin fær eina rundkoyring afturat í september. Hon verður á vegamótinum Landavegur, Íslandsvegur og Heygsvegur.
Kinabrekkan á Landavegnum, sum er umvæld, verður asfalterað fyri ólavsøku, upplýsir kommunan á heimasíðuni.
Arbeiðið at umvæla Kinabrekkuna gjørdist nógv størri enn ætlað, tí nógvar leiðingar eru lagdar í vegin, millum annað fjarhitaleiðing.
Arbeiðið hevur í veruleikanum gingið væl, hóast fólk kanska ótolnast. Men tíðarætlanin heldur.
- Status er, at allar leiðingar eru komnar í jørðina (ein lítil grevstur manglar enn á Heygsvegnum), arbeiðið at seta upp kantsteinar er í gongd og er um at vera liðugt í sunnara borði, sigur Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur.
Sambært Tórshavn kommunu kann tað væntast, at Kinabrekkan verður liðugt asfalterað til Ólavsøku. Rundkoyringin verður tó væntandi liðug í september, tí feria kemur ímillum.