Umstøðurnar hjá børnum als ikki nøktandi

Umstøðurnar hjá børnum als ikki nøktandi
Umstøðurnar hjá børnum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin, eru ikki nøktandi. Tað er ein av niðurstøðunum hjá løgtingsins umboðmanni
Sólja í Ólavsstovu, løgtingsins umboðsmaður
 
25.06.2018 - 12:08

- Umstøðurnar hjá børnum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin, eru ikki nøktandi. Tað er ein av niðurstøðunum hjá løgtingsins umboðmanni, ið hevur verið á eftirlitsvitjan á psykiatriska deplinum.

Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið psykiatriska depilin greiða sær frá umstøðunum hjá børnum, ið verða innløgd. Har verður millum annað greitt frá, at tað er eingin seingjardeild á deplinum, ið er ætlað børnum, og tískil eru tey saman við vaksnum fólki, ið eisini eru innløgd og brúka millum annað sama bað og vesi sum tey vaksnu á deildini.

Tað er ein meginregla á psykiatriska deplinum, at børn fáa egið kamar, og at børn undir 18 ár fáa eina fasta vakt knýtta afturat sær, ið hevur til uppgávu at verða um barnið og at virka sum stuðul hjá barninum. Tað vaktina eigur oftast eitt starvsfólk, ið longu starvast á psykiatriska deplinum.

Psykiatriski depilin viðmerkir í kanningini hjá løgtingsins umboðsmanni, at tað kann verða ein stór fíggjarlig avbjóðing at halda fast í meginregluna um fasta vakt til innløgd børn, tí tað er eingin serlig játtan til hesa skipan. Tað leggjast eisini alt fleiri børn og ung inn á depilin, og tí má fígging finnast innan verandi játtar og karmar, ið so hevur við sær, at peningur fer at vanta innan annað økið. 

"Higartil hevur eydnast at hildið fast við meginregluna, men ivasamt er, um tað ber til í longdini. Um fleiri innleggingar verða av børnum, fer tað ikki at bera til við verandi játtan og kørmum", viðmerkja tey av psykiatriska deplinum.

Harafturat sigur løgtingsins umboðsmaður í frágreiðingini, at tað eru fleiri onnur viðurskiftir, ið ikki eru nøktandi. Millum annað hava manglandi bú- og stovnspláss hjá Almannaverkinum havt við sær, at børn hava verið innløgd á psykiatriska deplinum í staðin, og at dømir eru eisini um børn, ið eru innløgd í styttri ella longri tíð, tí umstøðurnar heima ikki vórðu nøktandi at taka sær av teirra tørvi, ella hava børn verið leingi innløgd, eftir at tey eru liðugt viðgjørd, tí einki búpláss er til teirra nakra staðni. 

Talið av innløgdum børnum á psykiatriska deplinum hevur verið í vøkstri seinastu árini, og tað verður mett, at tað er ein avleiðing av einum meira víðfevnandi ambulantum barna- og ungdómspsykiatriskum virksemi. Seinasta árið hevur serliga verið talan um øktar innleggingar av børnum við etingarólagi. Eitt tvørfakligt toymi hevur verið um tey børnini, ið eru innløgd við etingarólagi, men fleiri av teimum starvsfólkunum eru farin undir aðrar uppgávar, og millum annað manglar eisini ein kostráðgevi á deildini.
 
Tað eru kostráðgevar við servitan innan etingarólag á medisinska deplinum, men vegna umlegging av arbeiðsmannagongdum hava hesi ikki møguleika at luttaka í arbeiðnum á psykiatriska deplinum, stendur at lesa í frágreiðingini.

Samanuntikið kann sigast, at løgtingsins umboðsmaður er sera atfinningarsom í síni frágreiðing, og hon mælir til, at viðurskiftini fáast í rætt lag sum skjótast, tí vit hava eina skyldu at taka okkum av hesum viðurskiftum millum annað sambært Barnarættindasáttmálanum hjá ST, ið Løgtingið tók undir við í 1992.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981