Skúlin á Bø í Haldórsvík takast niður

Skúlin á Bø í Haldórsvík takast niður
Sunda býráð hevur samtykt at taka niður skúlan á Bø í Haldórsvík. Tá skúlin er tikin niður, verður økið hampað og gøta gjørd oman á sandin.
Skúlin á Bø í Haldórsvík skal takast niður í næstum
Mynd: Sunda kommuna // sunda.fo  
 
22.06.2018 - 08:35

Kommunan eigur tveir skúlabygningar í Vík og gamli skúlin er nú gjørdur í stand. 

Skúlin á Bø tørvar stórar ábøtur, og  nú kommunan frammanundan hevur ein gamlan skúla, sum er umvældur, hevur býráðið samtykt at taka skúlan á Bø niður. Hetta arbeiðið verður gjørt í summar.

Hans Pauli Joensen bygdi sethúsini á Bø í 1923-1924. Hans Pauli var skipari og handilsmaður og hevði matvøruhandil í kjallaranum í fleiri ár.

Í 1980’unum keypti kirkjuliga missiónsfelagið húsini og nýtti tey til leguvirksemi í fleiri ár. Húsið varð tá kallað Lívd.

Dagrøktin í Haldórsvíkar kommunu leigaði kjallaran í nøkur ár, og í 2001 keypti Haldórsvíkar kommuna sethúsini til skúla. 

Fólkaskúli 1.-7.flokk var í húsunum til 2016.

Tá skúlin í Bø er tikin niður, verður økið hampað og ætlanin er at gera hugnaligt trivnaðarøkið har. Gomlu trøini verða varðveitt og gerast partur av trivnaðarøkinum, skrivar Sunda kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151