Heim til børn og ung við autismu bjóðað út

Heim til børn og ung við autismu bjóðað út
Heildarráðgevingin í sambandi við arbeiðið at byggja heim til børn og ung við autismu við Kvíggjartún á Argjum verður nú boðið út.
Nýggja autismuheimið skal byggjast við Kvíggartún á Argjum
Mynd: Eileen Sandá á Flickr  
 
22.06.2018 - 13:02

Heildarráðgevingin í sambandi við arbeiðið at byggja heim til børn og ung við autismu við Kvíggjartún á Argjum verður nú boðið út.

Heimið verður umleið 1.000 fermetrar til støddar. 

Har verða seks búpláss, seks umlættingarpláss, ein virkniseind til 15 brúkarar og ein starvsfólkaeind. 

Børn, sum búgva heima, og ung við autismu fáa eisini møguleikan at nýta hentleikarnar, sum virkniseindin hevur at bjóða.

Landsverk skrivar, at búfólkini skulu kenna seg væl í heimligum og tryggum umhvørvi. Somuleiðis skal heimið vera opið fyri heimabúgvandi børnum og ungum við autismu, har hesi koma á virkniseindina at gagnnýta ymsar hentleikar, sum eindin hevur at bjóða.

Landsverk bjóðar heildarráðgevingina til heimið til bøn og ung við autismu út, og freistin at bjóða er 18. juli.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151