Fleiri pengar játtaðir til sáttmálasamráðingar

Fleiri pengar játtaðir til sáttmálasamráðingar
Fíggjarnevndin játtar 300.000 kr. afturat til sáttmálaviðurskifti í ár. Játtanin er útreiðsluneutral
Fleiri pengar skulu brúkast til millum annað Fasta gerðarrættin í ár.
 
20.06.2018 - 07:54

Landsstýrið fær 300.000 krónur afturat til sáttmálaviðurskifti í ár.

Tað hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum boðað Fíggjarmálaráðnum frá.

Játtanin í ár er annars 400.000 krónur.

Mælt verður til í fíggjarnevndarskjalinum, at tær 300.000 krónurnar verða tiknar frá Gjaldstovuni, sum tolir at missa pengarnar, tí tað dregur út at seta samskipara til Keypsportalin, sigur Fíggjarmálaráðið.

Nú so nógvar sáttmálasamráðingar eru í ár, er brúk fyri fleiri pengum til advokatar, Fasta gerðarrættin og annað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196