Edmund spyr aftur Høgna um laksin í sjónum

Edmund spyr aftur Høgna um laksin í sjónum
Vil vita, um laksaskipini hava fingið fiskiloyvi eftir nýggjár, síðani tey nú kunnu selja tey til umhvørvisfelagsskapir
Edmund Joensen, løgtingsmaður.
 
20.06.2018 - 07:45

Tað er ikki serliga álitisvekjandi, at landsstýrið veit so lítið um, hvussu tilfeingi okkara verður umsitið.

Tað sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, sum aftur hevur spurt Høgna Hoydal, landsstýrismann, um føroysku kvotuna av villlaksi.

Edmund Joensen spyr, um landsstýrið hevur latið laksaloyvi eftir, at nýggja lógin um, hvussu sjófeingið skal fyrisitast, kom í gildi á nýggjárinum.

Hann spyr, um tað eisini var galdandi fyri laksaloyvini, loyvini at fiska laks í sjónum, tá veiðiloyvini og fiskiloyvini fyri tíggju árum síðani vórðu uppsøgd og fullu aftur til landið 31. desember í fjør.

Og Edmund Joensen spyr, um landsstýrið heldur tað vera skilagóðan fiskivinnupolitikk at selja veiðiloyvi og fiskiloyvi til umhvørvisfelagsskapir, og um slík søla er í tráð við galdandi lóggávu.

Edmund Joensen vísir til miðilin iLaks.no, sum sambært honum síðst í mai skrivaði, at umhvørvisfelagsskapurin Atlantic Salmon Federation (ASF) hevur gjørt avtalu við Føroyar um eitt fullkomið bann fyri vinnuligum laksafiskiskapi í føroyskum sjóøki í 12 ár. 

Spurdi landsstýrismannin

Edmund Joensen spurdi 31. mai Høgna Hoydal um hetta. Høgni Hoydal svaraði 12. juni, at hetta veit hann einki um.

Næstformaðurin í Felagnum Laksaskip hevur upplýst fyri Kringvarpinum, at eitt árs avtala er gjørd við Atlantic Salmon Federation um ikki at fiska laks. Felagið hevur fingið pengar fyri ikki at fiska. 

Landsstýrismaðurin segði seg ikki vita um hesa avtaluna á annan hátt enn tað, sum fjølmiðlar hava sagt um hana.

Tí er niðurstøðan hjá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, at tað er ikki serliga álitisvekjandi, at landsstýrið veit so lítið um, hvussu tilfeingi okkara verður umsitið.

Felagið Laksaskip hevur eisini gjørt avtalu við North Atlantic Salmon Fund um ikki at fiska.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805