Menningarkvotunevndin mannað

Menningarkvotunevndin mannað
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur mannað nevndina, sum skal gera tilmæli um, hvør skal hava menningarkvotur
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur mannað nevndina, sum skal utluta menningarkvoturnar.
 
07.06.2018 - 12:20

Nevndin, sum skal gera tilmæli um, hvør skal hava menningarkvotur, er nú mannað.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur heitt á Gest Hovgaard, Guðrið Andorsdóttir og Arnbjørn Egholm um at taka sæti í mentingarnevndini, sum nú skal viðgera og gera tilmæli út frá teimum 38 umsóknunum, sum komnar eru ymsastaðni úr landinum. 

Harafturat eru trý varafólk sett. Tey eru Ásmundur Guðjónsson, lívfrøðingur, Bartal Dulavík, fiskivinnukandidatur og Rúna Hjelm, fiskivinnukandidatur.

Fiskimálaráðið skrivar, at Gestur Hovgaard, sum í løtuni er í farloyvi frá Fróðskaparsetrinum, er valdur tí hann m.a. í mong ár hevur granskað spurningar, ið beinleiðis ella óbeinleiðis eru viðkomandi fyri økismenning. 
Hann er útbúgvin samfelagsfrøðingur.

Guðrið Andorsdóttir er roynd í útflutnings- og framleiðsluvinnu av fiskavørum. Hon hevur somuleiðis verið virkin innan granskingarumhvørvið í síni heild eins og í alivinnuni. Guðrið Andorsdóttir er útbúgvin føðslulívvirkisfrøðingur.

Arnbjørn Egholm er royndur í fíggjarvinnu millum annað við beinleiðis atliti at fiskivinnu. Hann hevur eisini arbeitt í vinnurekandi grunni, eitt nú við verkætlanum í fiskivinnuni. Eisini hevur hann royndir beinleiðis úr vinnuliga partinum av fiskivinnuni. Arnbjørn Egholm hevur bankaútbúgving.

Lesið tíðindaskrivið frá Fiskimálaráðnum her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151