- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sýria vil hava fund við Norðurkorea
Tað skrivar AFP-tíðindastovan, sum endurgevur norðurkoreisku tíðindastovuna, KCNA.
Boðini koma, meðan heimurin bíðar í spenningi eftir, hvat hendur undan ætlaða fundinum millum Kim Jong-un og amerikanska forsetan, Donald Trump, í Singarpore 12. juni.
Dipolmatiskt spæl
Nógv diplomatisk togan hevur verið aftur og fram, og hesin seinasti leikurin kann vera partur í diplomatiska spælinum. Skrivstovan hjá Assadi forseta hevur ongar viðmerkingar til tað, skrivar AFP.
Samband hevur verið millum Damascus og Pyongyang í langa tíð, og ST hevur verið stúrið um, at londini møguliga samstarva og selja hvørjum øðrum kjarnorkuvápn.
Illgruni hevur eisini verið um, at NorðurKorea hjálpti Sýria at byggja kjarnorkuverkið, sum Ísrael í 2007 bumbaði og oyðilegði.
Verður fundur millum Assad og Kim Jong-un, verður hetta fyrst fundur við ein ríkisleiðara á norðurkoreiskari jørð síðani Kim Jong-un fekk valdið í 2011.