Stjórnarkreppa í Spania

Stjórnarkreppa í Spania
Alt bendir nú á, at stjórnin hjá Mariano Rajoy verður feld í dag, tá atkvøtt verður um misálit móti forsetanum í spanska tjóðartinginum
 
01.06.2018 - 11:14

Sosialistaflokkurin setti mánadagin fram misálit móti forsetanum, eftir at 29 persónar, sum hava tætt tilknýti til flokkin hjá Rajoy, vórðu dømdir fyri umfatandi mutur og svik. 

Misálitið var til viðgerðar í parlamentinum í Madrid í gjár og atkvøðugreiðslan í dag.

176 parlamentslimir skulu atkvøða fyri misáltinum, fyri at tað skal verða samtykt, men Sosialistaflokkurin hevur bara 84 sessir í parlamentinum. 

Men Podemos-flokkurin hevur sagt seg taka undir við misálitinum, og í gjár tóku eisini katalonskir og baskiskir tinglimir undir við misálitinum. Og standa øll við sítt lyfti í dag, so verður misálitið samtykt.

Pedro Sanchez, leiðari fyri sosialistaflokkin, tekur so væntandi við sum forsætisráðharri. Hann hevur lovað, at val verður um fáar mánaðir, um misálitið verður samtykt. 

Tað er ikki ofta, at misálit verður reist í Spania. Síðani 1975, tá Spania fekk demokrati, hava trý misálit verið reist í spanska parlamentinum, - men tey eru øll fallin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221