Kapping um fyrstu rúmdarferðafólkini

Kapping um fyrstu rúmdarferðafólkini
Richard Branson er farin at venja seg til vektloysi.
 
26.05.2018 - 11:45

Kappingin um at fáa fyrstu ferðafólkini út í rúmdina er væl á veg.

Onglendingurin  Richard Branson og felag hansara Virgin Galactic kappast við Tesla stovnaran Elon Musk og stjóran í Amazon, Jeff Bezos, um at senda fyrstu ferðafólkini út í rúmdina.

Í venjing sum rúmdarmaður

Og eftir øllum at døma ætlar 67 ára gamli ríkmaðurin Richard Brandson sjálvur at vera við fystu ferðina, tí hann er farin í venjing sum rúmdarmaður fyri m.a. at venja seg við vektloysi.

Richard Branson sigur við BBC, at talan er um mánaðir heldur enn ár til fyrstu ferðafólkini eru úti í rúmdini.

Elon Musk og felag hansara, Spaxe X, sendi 6. februar fyrstu Falcon 9 rakettina í ringrás um jørðina. Enn hevur rakettin ikki havt fólk við, men berievni hennara er størri enn aðar rakettir higartil hava havt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946