Pelagos gott ár

Pelagos gott ár
Uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði hevði 50 milliónir krónur í avlopi í fjør, og úrslitið var nógv tað besta hjá felagnum higartil
 
25.05.2018 - 12:44

Høvuðsorsøkin til úrslitið var, at virkið tók ímóti 60.000 tonsum meir av uppsjóvarfiski, enn virkið vanliga tekur ímóti. Og tað kom í høvuðsheitinum av, at virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, ikki tók ímóti fiski seinna hálvár í fjør.

Pelagos seldi uppsjóvarfisk fyri 630 milliónir krónur í fjør. Meginparturin fór til Russlands, sum keypti tveir triðingar av fiskinum ella fyri 425 milliónir krónur. Onnur lond í Evropa keyptu fyri slakar 190 milliónir krónur, lond í Afrika fyri 7 milliónir og USA og lond í Asia keyptu fyri umleið 15 milliónir krónur.

Tað eru feløgini Pf. Havsbrún í Fuglafirði, Pf. Palli hjá Marionnu í Klaksvík, Smápartafelagið Framherji í Fuglafirði og Pf. Á Enni í Fuglafirði, sum eiga Pelagos. Pf. Á Enni umboðar privatar fyritøkur og arbeiðarafeløgini í Fuglafirði.

Feløgini fáa góðar 10 milliónir krónur í vinningsbýti frá árinum í fjør, sæst í roknskapinum.

Pelagos rindaði góðar 34 milliónir krónur í lønum í fjør, og 77 fólk vóru til arbeiðis á virkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151