- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar fevndar av ES-fyriskipan
Hóast vit ikki eru limir í ES, kunnu føroyingar og føroyskar fyritøkur verða fevndar av eini nýggjari ES-fyriskipan, sum kemur í gildi í øllum ES-londum 25. mai.
Dátureftirlitið sigur, at nýggja fyriskipanin kann verða galdandi fyri føroyingar og føroyskar fyritøkur, sum bjóða út vørur ella tænastur í ES, og í hesum sambandi viðgera upplýsingar um ES-borgarar.
Fyriskipanin er eisini galdandi í teimum førum, føroyingar og føroyskar fyritøkur hava eftirlit við atferðini hjá skrásettum ES-borgarum.
Dátueftirlitið mælir øllum, sum kunnu verða fevnd av nýskipanini, til at seta seg inn í málið og leita sær ráðgeving frá serfrøðingum á økinum, áðrenn persónsuppysingar verða viðgjørdir.