Ov fá børn taka av tilboðnum um heilsukanning

Ov fá børn taka av tilboðnum um heilsukanning
Tað stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, heilsufrøðingar eisini skulu kunnu gera fyribyrgjandi heilsukanningar av børnum í skúlaaldri
 
23.04.2018 - 09:03

Alt ov fá taka av tilboðnum um fyribyrgjandi heilsukanningar av børnunum í skúlaaldri. Tað stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið hjá Sirið Stenbeg Landsstýriskvinnu í Heilsumálum, um at heimildin at gera fyribyrgjandi heilsukanningar av børnum í skúlaaldri skal víðkast til at fevna um heilsufrøðingar.

Lógaruppskot fer til 3. viðgerð í løgtinginum í dag. 

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur millum annað:  

"Sambært lógini um fyribyrgjandi heilsutænstur til børn og ung, hava øll børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri rætt til tilboð um tvær heilsukanningar hjá kommunulækna. Hóast tilboðið hevur verið í gildi síðani 1. januar í 2006 eru tað framvegis sera fá børn, sum hava tikið av tilboðnum. Henda støða er ikki nøktandi."

Heilsmumálaráðið heldur, at tað kann bøta um tølini at lata heilsufrøðingar, sum eru á skúlanum, gera kanningarnar.

Í so fall er neyðugt við endurútbúgving til teir flestu heilsufrøðingarnar, stendir í viðmerkingunum. 

Kommunulæknafelagið mælir til at lógaruppskotið verður felt. 

Í hoyringarsvari til Heilsumálaráðið finst Kommunulæknafelagið millum annað at, at tað í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at allir borgarar í Føroyum hava ein kommunulækna. Hetta er ikki rætt og eigur at verða rættað, sigur kommunulæknafelagið, sum eisini heldur, at ein orsøk til at fólk ikki taka av tilboðnum um fyribyrgjandi heilsukanningar er sperda kommunulæknaskipanin og mangulin upp á kommunulæknar. 

Harafturat finst Kommunulæknafelagið at vánaligari kunning um kanningarnar, og vísir á, at tað er sera ymiskt, hvussu nógv hava tikið av kanningartilboðnum.

Sambært hoyringarsvarinum frá Kommunulæknafelagnum vóru 154 kanningar framdar í 2015, 461 í 2016 og 196 í 2017. Tað eru serliga eldru næmingarnir, sum ikki taka av tilboðnum. Í 2015 vóru bara 15 næmingar, sum fingu fyribyrgjandi kanningina tá skúlatíðin var liðug, og í 2017 var hetta talið bara 18. Í 2016 tóku 82 av tilboðnum.

Sostatt er talið av kanningum sera ymiskt og meira enn tvífaldað í 2016 sammet við 2015 og minkar aftur í 2017. Hetta er vegna vantandi kunning, skrivar formaðurin í Kommunulæknafelagnum Marjus Dam í hoyringarsvarinum til Heilsumálaráðið. Tað er Heilsumálaráðið, ið hevur ábyrgdina av kunningini um fyribyrgjandi kanningarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Leygardag 15. februar
Upp á tá - 140225
187806
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616