- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hægst løntu almennu leiðarar eru í heilsuverkinum
Tað er Dimmalætting, sum hevur kannað, hvussu nógv almennu leiðararnir fáa, og tað er avmarkað til teir stjórar, sum aðalráðini seta beinleiðis. Tað vil siga, at teir stjórar, sum tildømis verða settir av einum stýri ella eru stjórar í almennum partafeløgum, ikki eru á listanum.
Tilsamans 33 fólk eru á yvirlitinum hjá Dimmalætting, harav bara fýra eru kvinnur.
Leiðarar í heilsuverkinum fáa mest
Tann, sum fær nógv mest í lønarposan, er varastjórin á Landssjúkrahúsinum, Johan Jansson.
Hann fær meira enn 98.000 krónur um mánaðin við eftirløn og viðbót. Viðbótin er beint undir 28.000 krónur um mánaðin, og eftirlønin góðar 12.500 krónur hvønn mánað.
Næstur á listanum er Pál Weihe, yvirlækni og leiðari á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.
Hann fær 85.000 krónur um mánaðin við eftirløn og viðbót. Viðbótin hjá Pál Weihe er næstan 16.000 krónur um mánaðin, og eftirlønin 14.000 krónur hvønn mánað.
Á triðjaplássi stendur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari. Hann fær 82.500 krónur um mánaðin við eftirløn og viðbót. Viðbótin er 23.500 krónur um mánaðin, og eftirlønin 12.500 krónur.
Fýra kvinnur
Fýra kvinnur eru á listanum. Marjun Hanusardóttir, stjóri á løgmansskrivstovuni, sum er á fimtaplássi, Thurid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, sum er á 9. plássi, Gunnbjørg Guttesen, varastjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum er á 30. plássi, og so Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum liggur á 32. plássi.
Kvinnurnar á listanum fáa millum góðar 77.000 og 50.000 krónur um mánaðin við eftirløn og viðbót.
Tað er Dimmalætting í dag, sum hevur stórt tema um almennu stjóralønirnar, har millum annað talvan niðanfyri er at finna.
STOVNUR | PERSÓNUR | HEITI | GRUNDLØN | VIÐBÓT | EFTIRLØN | TILSAMANS |
Landssjúkrahúsið | Johan Jansson | Varastjóri | 57.724 | 27.986 | 12.499 | 98.209 |
Arbeiðs- og almannaheilsa | Pál Weihe | Yvirlækni | 54.105 | 16.666 | 14.154 | 84.925 |
Landsapotekarin | Hjalti Gunnarstein | Landsapotekari | 46.424 | 23.469 | 12.580 | 82.473 |
Uttanríkis- og vinnumálaráðið | Herálvur Joensen | Aðalstjóri | 56.617 | 16.532 | 8.492 | 81.641 |
Løgmansskrivstovan | Marjun Hanusadóttir | Løgmansstjóri | 62.139 | 5.308 | 9.320 | 76.767 |
LS/Sjúkrahúsverkið | Jóanis Erik Køtlum | Forstjóri | 56.617 | 11.323 | 8.492 | 76.432 |
Almannaráðið | Eyðun Mohr Hansen | Aðalstjóri | 56.617 | 9.787 | 9.246 | 75.650 |
Fíggjarmálaráðið | Bjarni A. Bjarnason | Aðalstjóri | 56.617 | 5.308 | 8.492 | 70.417 |
Heilsumálaráðið | Thurid Arge | Aðalstjóri | 56.617 | 5.308 | 8.492 | 70.417 |
Mentamálaráðið | Poul Geert Hansen | Aðalstjóri | 56.617 | 5.308 | 8.492 | 70.417 |
Samferðslumálaráðið | Rúni Joensen | Aðalstjóri | 56.617 | 5.308 | 8.492 | 70.417 |
Fiskimálaráðið | Rógvi Reinert | Aðalstjóri | 56.617 | 5.308 | 8.492 | 70.417 |
Tjóðsavn Føroya | Herleif Hammer | Stjóri | 48.770 | 9.754 | 7.315 | 65.839 |
Glasir | Bogi Bech Jensen | Rektari | 56.617 | 8.492 | 65.109 | |
Landsverk | Ewald Kjølbro | Stjóri | 56.617 | 8.492 | 65.109 | |
Strandfaraskip Landsins | Hilmar Eliasen | Stjóri | 56.617 | 8.492 | 65.109 | |
Almannaverkið | Edvard Heen | Stjóri | 56.617 | 8.492 | 65.109 | |
Klaksvíkar Sjúkrahús | Heri Ellingsgaard | Stjóri | 52.922 | 3.884 | 7.938 | 64.744 |
Suðuroyar Sjúkrahús | Ronnie Midjord | Stjóri | 52.922 | 3.884 | 7.938 | 64.744 |
Vørn | Elmar Højgaard | Stjóri | 52.922 | 2.990 | 7.938 | 63.850 |
Miðnám á Kambsdali | Páll Isholm | Rektari | 52.922 | 7.938 | 60.860 | |
Nám | Eyðun Gaard | Stjóri | 52.922 | 7.938 | 60.860 | |
Undirvísingarstýrið | Hjalmar Hansen | Stjóri | 52.922 | 7.938 | 60.860 | |
Umhvørvisstovan | Petur Nielsen | Stjóri | 52.922 | 7.938 | 60.860 | |
Lønardeildin | Jan Mortensen | Lønarstjóri | 52.922 | 7.938 | 60.860 | |
Arbeiðs- og Brunaeftirlitið | Leivur Persson | Stjóri | 48.770 | 7.315 | 56.085 | |
Búnaðarstovan | Tróndur G. Leivsson | Stjóri | 48.770 | 7.315 | 56.085 | |
Heilsutrygd | Egil á Bø | Stjóri | 48.770 | 7.315 | 56.085 | |
Tekniski Skúli/Sjómansskúlin í Klaksvík | Rúni Heinesen | Stjóri | 44.147 | 5.000 | 6.622 | 55.769 |
Vinnuháskúlin | Wilhem E. Petersen | Skúlastjóri | 48.770 | 6.890 | 55.660 | |
Suðuroyar Sjúkrahús | Gunnbjørg L. F. Guttesen | Varastjóri | 39.397 | 5.000 | 5.909 | 50.306 |
Klaksvíkar Sjúkrahús | Súsanna Olsen | Varastjóri | 39.397 | 5.000 | 5.909 | 50.306 |
Miðnám, Vestmanna | Jákup Andrease | Skúlastjóri | 41.719 | 6.257 | 47.976 |