- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størsta hóttanin eru veðurlagsbroytingar

- Størsta hóttanin móti mannaættini eru veðurlagsbroytingar.
Tað segði António Guterres, ST-aðalskrivari, tá hann helt røðu skírisdag í høvuðssætinum hjá ST í New York.
Hann segði, at yvirskriftirnar í fjølmiðlunum - sum skilligt er - snúgva seg um politiskan spenning og stríð, men at sannleikin er, at hvørki kríggj ella politiskur spenningur eru størsta hóttanin í dag.
- Tað eru veðurlagsbroytingarnar, og tað er mín skylda at minna alt tað altjóða samfelagi á hetta, segði ST-aðalskrivarin.
Hann vísti á, at nýggjar uppgerðir frá Heims-veðurlagsstovninum hjá ST, frá Heimsbankanum og Altjóða Orkustovninum vísa miskunnarleysu menningina av veðurlagsbroytingunum.
- Hendan flóðaldan av dátum eigur at vekja storm-stóra stúran, segði António Guterres, sum listaði døpur tøl upp:
Vanlukkur, elvdar av veðurlagsbroytingum, vóru fyri heilar 1.900 milliardir krónur, bara í fjør.
Útlátið av koltvísúrevni ongantíð verið so stórt
Útlát av koltvísúrevni, tengt at orkunýtslu, vaks í fjør 1,4 prosent, og er nú 32 og eitt hálvt giga-tons. Tað hevur ongantíð áður verið so stórt. Eitt gigatons er tað sama sum ein milliard tons.
Í fjør var árstíðin fyri ódnir í Karibia tann dýrasta nakrantíð, og ST-aðalskrivarin segði, at menningararbeiði, sum hevur verið í gongd har í fleiri áratíggju, er oyðiløgd av ódnunum í fjør.
Í suðurasia raktu ógvusligar monsoon-flóðir 41 milliónir fólk í 2017, og í Afrika noyddi skerpingur næstan 900.000 fólk at rýma frá húsi og heimi í fjør. Skógareldar herjaði nógva staðni kring heimin, og mátingar vístu, at ísurin í Arktis ongantíð fyrr hevur verið so lítil sum í vetur.
António Guterres vísti í røðu síni eisini á, at nýtslan av lívrunnum brennievni vaks í fjør, og at hetta slagið stóð fyri heili 70 prosentum av samlaða vøkstrinum í altjóða eftirspurninginum.
Vísindafólk farin at ivast, um tað er ov seint at røkka málinum
Heimshøvini eru heitari og súrari enn vit nakrantíð hava vitað um, og tá Parísavtalan var gjørd um veðurlagsbroytingar fyri nøkrum árum síðani, varð hildið, at tað fór at bera til at avmarkað altjóða vøksturin í hita til hálvtannað stig. Men nú eru vísindaólk farin at ivast, um tað ikki er ov seint at røkka hesum málinum.
ST hevur ætlanir um at halda nýggjan veðurlags-toppfund næsta ár fyri at fáa heimsins leiðarar at seta sær størri mál um skerja útlátini av veðurlagsgassum, men veruleikin er, at sera fá lond eru nær námind teimum málum, sum sett vóru í París-sáttmálanum í 2015.
- Meg lystir at vita, hvussu mangir ávaringarlúðrar afturat skulu ljóma, fyrr enn heimurin vaknar og tekur við avbjóðingunum, segði Antonio Guterres.
- Vit vita, at tað kann vera torført at loysa trupulleikar, sum ein heldur liggja frammi í tíðini, men fólk verða longu nú rakt av veðurlagsbroytingum, segði Antonio Guterres, aðalskrivari í ST.
Øll røðan hjá ST-aðalskrivaranum kann lesast á heimasíðuni hjá ST á un.org