- Tíðindi, mentan og ítróttur
Túsundtals fólk mótmæla vápnum í USA
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/emma_gonzalez.jpg?itok=BGMBI9PL)
Mótmælisrørslan, sum kallast "The March of Our Lives", byrjaði, eftir at 17 fólk lótu lív í einum skottilburði í einum skúla í Parkland í Florida 14. februar, tá ein 19 ára gamal drongur kom vápnaður í skúlan.
Umboð fyri næmingarnar í Marjory Stoneman Douglas High school í Parkland, Emma Gonzalez, helt eina røðu til høvuðstiltakið og mótmælisgonguna í Washington í gjár. Aftaná at hava reksað nøvnini á øllum offrunum upp, so var tøgn í seks minuttir og 20 sekund - sama tíð, sum tað tók at drepa tey 17 fólkini. Tað skrivar BBC.
Tað verður mett, at heili 800.000 túsund fólk vóru samlað í Washington til høvuðstiltakið seinnapartin í gjár, sambært the Hill. Um vit samanbera við dagin, tá Donald Trump, forseti í USA, tók við starvi - Inauguration Day - so varð mett, at umleið 600.000 fólk vóru til setanina.
Fleiri enn 800 stuðulstiltøk vóru kring heimin, m.a. í Edinburgh, London, Sydney og Tokyo.