Ríkisfelagsskapurin verður helst upploystur

Ríkisfelagsskapurin verður helst upploystur
- Mær dámar tætt sambond og nógvan dialog. Men eg skilji væl ynskið um eina sjálvstøðuga tjóð, sigur Mette Frederiksen
 
24.03.2018 - 12:14

Mette Frederiksen, forkvinna í danska javnaðarflokkinum, vísir ikki aftur, at ríkisfelagsskapurin verður upploystur.

Tað sigur hon í bókini "Hvis Grønland river sig løs," skrivar Weekendavisen.

- Útgangsstøðið er grundlógin og sjálvstýrislógin, men einki er støðugt í politikki, so hvussu støðan verður um tíggju ella 20 ár, kann eg einki siga um nú, sigur Mette Frederiksen.

- Mær dámar tætt sambond og nógvan dialog. Men eg skilji væl ynskið um eina sjálvstøðuga tjóð, sigur Mette Frederiksen.

Hóast henda útsøgnin ikki er ein stuðul til tey í Grønlandi, sum vilja loysa í ríkisfelagsskapinum sum skjótast, er ein av kendu serfrøðingunum í grønlendskum málum í Danmark, ovfarin.

- Eg havi ongantíð hoyrt ein politiskan oddafisk málborið seg so. Eftir øllum at døma er tað vorðið meiri liðiligt í samráðingunum millum Danmark og Grønland, sigur Ulrik Gram Pad, lektari á lærda háskúlanum í Aalborg, við Weekendavisen.

Mette Frederiksen vil ikki gera fleiri viðmerkingar, skrivar Ritzau.

Framsøgumaðurin hjá sosialdemokratunum í grundlógarmálum, Nick Hækkerup, sigur, at flokkurin vil ikki upploysa ríkisfelagsskapin. 

- Men vit lata upp fyri møguleikanum sum frálíður, og tað er hvørki í dag ella í morgin, at broytingar kunnu verða gjørdar innan fyri karmin í ríkisfelagsskapinum, sigur Nick Hækkerup við Ritzau.

Danski javnaðarflokkurin vil í løtuni ikki útgreina, hvussu nýggi karmurin fyri ríkisfelagsskapin skal síggja út.

- Tað veldst um, hvussu menningin verður í framtíðini.

- Í løtuni halda vit okkum til grundlógina og sjálsvtýrislógina, sigur Nick Hækkerup.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762