Sarkozy: Hetta er eitt satt helviti

Sarkozy: Hetta er eitt satt helviti
Hann er skuldsettur fyri ólógliga fígging av valstríðnum í 2007, fyri svik við almennum pengum og fyri passiva korruptión, men noktar seg sekan
 
22.03.2018 - 14:18

Fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy sigur, at skuldsetingarnar um, at hann skal hava fingið pengar frá fyrrverandi libyska leiðaranum, Muammar Gaddafi til sítt valstríð, ger lívið til eitt "helviti".

- Eg eri skuldsettur uttan nøkur fysisk prógv, sigur Sarkozy sambært Le Figaro. 

Hann er skuldsettur fyri ólógliga fígging av valstríðnum í 2007, fyri svik við almennum lybiskum pengum og fyri passiva korruptión.

63-ára gamli Nicolas Sarkozy noktar seg sekan í øllum skuldsetingum. 

Hann sigur, at hetta er hevndarsøka úr Libya, tí hann tók avgerð um at senda fronsk stríðsflogfør at bumba í Libya, tá uppreistur var har í 2011, og sum endaði við, at Gaddafi varð dripin.

Le Fiagro almennakunnger í dag viðmerkingarnar, sum fyrrverandi forsetin bar fram í rættinum. 

Her verður Sarkozy endurgivin fyri at siga, at hann skilir, at skuldsetingarnar eru álvarsligar, men at talan er um bakbit, og at skuldsetingarnar hava gjørt lívið hjá sær til eitt "helviti" síðani mars 2011, tá tær av fyrstan tíð vóru bornar fram, - tá av Moammar Gaddafi sjálvum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155