- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlagentur leyslatnar í Nigeria
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gislar.png?itok=vCrgWtD0)
Hildið verður, at stjórnin hevur rindað loysigjald fyri at fáa genturnar aftur til famliljur sínar í Dapchi-statinum í landnyrðings Nigeria.
Herurin váttar, at limir í Boko Haram komu til Dapchi við gentunum, har tær 19. februar vórðu burturfluttar.
Vitni siga, at nógvir íbúgvar gjørdust ræðsluslignir, tá eitt bilafylgi við limum í Boko Haram koyrdu til Dapchi við gentunum.
- Eg havi ein lista yvir horvnar gentur, og vit fara nú at kanna lista og staðfesta, hvussu nógvar enn ikki eru komnar aftur í aftur, sigur Bashir Manso, sum er talsmaður fyri tey avvarðandi.
Burturflytingin 19. februar var hin størsta síðani 267 gentur vórðu burturfluttar frá einum skúla í Chibok í 2014.
Myndugleikarnir og Muhammadu Buhari, forseti, eru undir hvøssum atfinningum fyri, at Boko Haram kundi burturflyta genturnar í farna mánaði.
Amnesty international skuldsetti so seint sum í gjár herin fyri ikki at hava tikið nógvu ávaringarnar um Boko Haram-álop móti skúlanum í Dapchi í álvara.
Herurin vísir hesum aftur og sigur, at Amnesty spjaðir ósannindi um herin.
Muhammadu Buhari, forseti, vann forsetavalið fyri trimum árum síðani við lyftum um, at burturfluttu genturnar koma heimaftur, og at herurin skal knúsa Boko Haram.