- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetin í Myanmar fer frá
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/htin_kyaw.jpg?itok=B_uxG2FF)
Í einari almennari fráboðan verður sagt, at 71 ára gamli Kyaw vil sleppa taka sær meiri av løttum. Men ein talsmaður fyri stjórnarflokkin sigur fyri Reuters, at forsetin leggur frá sær av heilsuávum.
Htin Kyaw er vinmaður Aung San Suu Kyi, sum verður hildin at vera veruligi leiðarin í Myanmar. Hon kann ikki vera forseti, tí ein grein í grundlógini forðar fyri tí.
Hermannastjórnin, sum hevði valdið í Myanmar, setti hesa greinina í grundlógina.
Alment er Aung San Suu Kyi uttanríkisráðharri.
Sambært grundlógini hevur forsetin stórt vald í landinum, men Kyaw hevur havt ein meiri umboðandi leiklut, tí San Suu Kyi hevur verið veruligi leiðarin í Myanmar síðani 2016.
Í løtuni røkir annar varaforsetin, Myint Swe, forsetaembætið í Myanmar.
Nýggjur forseti verður valdur fyrsta dagin, og tað verður ikki Myint Swe, tí sambært grundlógini kann ein varaforseti ikki taka við forsetaembætinum.