- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bumbumaðurin í Austin deyður
Myndugleikarnir siga, at hvíti 24 ára gamli maðurin sprongdi seg í bili sínum í Austin, tá løgreglan skuldi handtaka hann. Ein løgreglumaður fekk skaða í hørðu spreingingini.
Løgreglan heldur, at maðurin hevur sent 5 brævbumbur, sum kravdu tvey mannalív og fýra fólk fingu skaða. Tað er enn ógreitt, hví hann framdi atsóknirnar.
Løgreglan fann slóð eftir mannin, tá bilurin hjá honum var sæddur standa uttanfyri eitt gistingarhús við ein motorveg í Austin.
Maðurin royndi at flýggja undan løgregluni í bili sínum, men hann koyrdi útav vegnum og endaði í mýrulendi.
Tá løgreglan skuldi handtaka hann, sprongdi hann seg sjálvan í luftina.
Løgreglan vil hvørki upplýsa navn, ella um hann var ættaður úr Austin. Tað er eisini ógreitt, um maðurin var einsamallur um atsóknirnar.
Chris Combs, FBI-agentur, sigur við AP, at møguliga er onkur brævbumba har úti.