- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kinesiski forsetin hóttir Taivan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/xi_jinping_0.png?itok=MH__cGmE)
Roynir Taivan at loysa, fær tað eina søguliga revsing, segði Xi Jinping.
Taivan er eitt sjálvstýrandi fólkaræði, men er eitt viðkvæmt evni, skrivar Reuters.
Støðan millum Kina og Taivan er vorðin spentari, eftir at Tsai Ing-wen vann forsetavalið í Taivan í 2016. Hon hoyrir til taivanska loysingarflokkin, Democratic Progressive Party, DPP.
Kina leggur Tsai undir at royna at fáa formliga loysing frá Kina, men hon sigur, at hon vil varðveita galdandi skipan.
Tað hevur eisini fingið ilt í kinesisku leiðararnar, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur skrivað undir eina lóg, sum mælir USA til at senda embætisfólk til Taivan at hitta tavainskar starvsfelagar.
Leygardagin var Xi Jinping valdur til forseta í Kina í fimm ár afturat. Hann fekk allar 2970 atkvøðurnar á landsfundinum.