- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA stuðlar Bretlandi
USA stuðlar Bretlandi
USA stuðlar avgerðini hjá Bretlandi um at vísa 23 russiskum diplomatum av landinum. Tað verður sagt úr Hvítu Húsunum, sambært BBC.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/theresa_may_-_23052017.jpg?itok=f_6pmSlh)
15.03.2018 - 08:14
Bretland gjørdi í gjár av at vísa 23 russiskum diplomatunum av landinum, eftir at ein fyrrverandi rusisskur njósnari og dóttir hansara vórðu eitrað av nervagassi í bretska býnum Salisbury. Støðan hjá báðum er álvarslig.
Bretski forsætisráðharrin, Teresa May, segði í bretska parlamentinum í gjár, at teir 23 russisku diplomatarnir hava eina viku at fara av landinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV