- Tíðindi, mentan og ítróttur
May rekur 23 russiskar diplomatar av landinum
Russland er illgruna fyri at hava eitrað tey bæði, og Bretland kravdi at fáa eina frágreiðing frá russiskum myndugleikum í seinasta lagi á midnátt, men eingin frágreiðing er komin.
Theresa May, forsætisráðharri, kunngjørdi avgerðina um at reka diplomatarnar av landinum í eini røðu í parlamentinum fyrr í dag.
Forsætisráðharrin hevur givið diplomatunum freist í eina viku at fara av landinum. Hetta er fyrstu ferð í 30 ár, at so nógvir diplomatar eru vístir úr Bretlandi.
Theresa May upplýsti í røðuni, at hvørki bretskir ráðharrar ella umboð fyri kongshúsið fara til heimsmeistarakappingina í fótbólti, sum verður í Russlandi í summar.
Allir toppfundir millum Bretland og Russland verða eisini avlýstir.
- Eg toli ikki, at borgarar í Bretlandi verða hóttir eftir lívinum, sigur forsætisráðharrin.
Bretskir myndugleikar hava kravt at fáa eina frágreiðing, hví eiturevnið Novichok, sum varð ment í Sovjetsamveldinum undir kalda krígnum, er endað í Salisbury í Bretlandi, har Skripal og dóttir hansara vórðu eitrað 4. mars.
Tey liggja bæði á sjúkrahúsi, og støðan er álvarsom.