- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brexit: Húsaprísir í London lækkaðir munandi
Brexit: Húsaprísir í London lækkaðir munandi
Húsaprísirnir í London eru lækkaðir seinasta árið, samstundis sum prísirnir í útnyðringspartinum av landinum eru hækkaðir so nógv sum sjáldan fyrr
12.03.2018 - 13:35
Prísirnir í London eru lækkaðir við 15% seinasta árið, og tað hevur við sær, at prísurin á einum húsum í býarpartinum, Wandsworth, er 838.000 krónur lægri enn fyri einum ári síðani.
Hinvegin er prísurin hækkaður í býnum Blackburn í útnyðringspartinum av Bretlandi við meir enn 16%.
Hóast støðan er ymisk í Bretlandi, so er samlaði prísurin á húsum og íbúðum lækkaður við 2% í Bretlandi seinasta árið.
Sølufyritøkur siga fyri blaðnum, at eingin ivi er um, at brexit er størsta orsøkin til at prísirnir á húsum og íbúðum lækka, og at lækkingin er serliga stór í London.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV