Høgni Hansen er - fyribils - nevndarformaður í KNI

Høgni Hansen er - fyribils - nevndarformaður í KNI
Høgni Hansen er nú - fyribils - nevndarformaður í størstu grønlendsku handilsfyritøkuni, KNI.
Mynd: In.fo  
 
11.03.2018 - 13:53

KNI er eitt alment partafelag, sum rekur bæði heilsølu og gerandisvøruhandlar í Grønlandi, umframt oljusølu umvegis almenna partafelagið Polar-oil.

Grønlendska heimasýrið eigur øll partabrøvini í fyritøkuni.

Niels Thomsen, sum hevur verið nevndarformaður, legði frá sær í vikuni. Orsøkin skal vera, at hann fer at brúka sína arbeiðsorku aðrastaðni.

Høgni Hansen verður nevndarformaður til nevndin skipar seg av nýggjum mikudagin. Hann kann ikki siga nú, um hann heldur fram sum formaður eftir tann fundin.

KNI er tann gamli kongaligi einahandilin í Grønlandi. Royal Arctic Line, Air Greenland, Royal Greenland og grønlendska postverkið hava fyrr verið partur av fyritøkuni.

KNI hevur í høvuðsheitum handilsfyritøkur í teimum økjunum, har privati marknaðurin ikki fær tað at bera seg.

KNI hevur umleið túsund starvsfólk og umsetur fyri 2,5 millardir krónur.

Høgni Hansen kom upp í nevndina hjá størstu grønlendsku handilsfyritøkuni í 2014. Hann er eisini stjóri hjá heilsøluni Poul Hansen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990