- Tíðindi, mentan og ítróttur
Front National skiftir navn
Front National skiftir navn
Í Fraklandi hevur forkvinnan í Front National, Marine Le Pen, skotið upp, at flokkurin skal broyta navn.
Mynd: Philippe Huguen, AFP
11.03.2018 - 16:35
Hon vil, at flokkurin skal eita Ra-ssem-ble-ment National.
Tað segði hon á flokstinginum hjá flokkinum í dag.
Floksleiðslan vil broyta navn fyri at taka frástøðu frá síni víðgongdu fortíð, sum pápi Marine Le Pen stóð fyri.
49 ára gamla Marine Le Pen hevur somuleiðis sagt, at hon vil siga formanssessin frá sær áðrenn franska forsetavalið í 2022, um onkur annar er betur egnað at savna fólki.
Franskir miðlar rokna við, at 28 ára gamla Marion Le Pen, sum er systurdóttir Marine Le Pen, kann taka við valdinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV