- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetin í Kina ikki longur áramálssettur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/xi_jinping.jpg?itok=j-ZziZ-d)
Forsetaembætið í Kina hevur annars verið áramálssett. Tað vil siga, at forsetin hevur verið settur í eitt avmarkað tíðarskeið.
Markið var 10 ár í alt, tvær ferðir fimm ár. Men lóggávutingið í Kina hevur nú tikið tað markið burtur.
At kalla allir tingliminir atkvøddu fyri uppskotinum.
Men tveir av teimum 2980 tinglingunum atkvøddu ímóti, og ein atkvøddi blankt.
Tað verður hildið at vera eitt sjáldsamt mótmæli í kinesiska parlamentinum, sambært altjóða miðlum.
64 ára gamli Xi Jinping hevur verið forseti síðan 2012. Hann skuldi eftir ætlan frá í 2023.
Árini, hann hevur verið forseti, er eftirlitið við fólkinum økt munandi, og frælsið at siga sína hugsan er eisini skert.
Tað verður hildið, at hann hevur nú líka stórt vald í Kina, sum Mao hevði.
Xi Jinping er bæði aðalskrivari í Kommunistiska flokkinum og formaður fyri hervaldið.