Castro-tíðarskeiðið liðugt

Castro-tíðarskeiðið liðugt
Í dag er val í Kuba, og landið skal fyri fyrstu ferð síðani kollveltingina í 1959 hava ein forseta, ið ikki eitur Castro til eftirnavn
Miguel Diaz Canel verður væntandi nýggji forsetin í Kuba, og sostatt eisini tann fyrsti í gott 60 ár, sum ikki eitur Castro til eftirnavn
Mynd: Scanpix  
 
11.03.2018 - 13:48

Úrslitið av valinum er longu avgjørt, tí talið av valevnum svarar til tey 612 plássini í tjóðartinginum. Tað skrivar danska kringvarpið. 

Raul Castro, sum er lítlibeiggi Fidel Castro, hevur verið forseti síðani 2008, men hann leggur nú frá sær. 

Kuba skal sostatt fyri fyrstu ferð síðani kollveltingina í 1959 hava ein forseta, sum ikki eitur Castro til eftirnavn.

57-ára gamli Miguel Diez Canel, sum í løtuni er fyrsti varaforseti, verður væntandi forseti, og sambært AFP fer hann helst at bera politisku hugsjónina hjá Castro-brøðrunum víðari. 

Tann Kommunistiski flokkurin er eisini einasti loyvdi politiski flokkurin í Kuba. Soleiðis hevur tað verið, síðani Fidel Castro gjørdist forseti fyri gott 60 árum síðani.

Raul Castro verður tó floksformaður í kommunistiska flokkinum til 2021.

Nýggi forsetin verður kunngjørdur 19. apríl. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155