- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggjar kvinnur dripnar í gíslatøku í Kalifornien
Tríggjar kvinnur dripnar í gíslatøku í Kalifornien
Ein starvsfólkaveitsla á einum røktarheimi fyri fyrrverandi hermenn, endaði í gjarkvøldið við skotbardaga og gíslatøku. Tríggjar kvinnur lótu lív
10.03.2018 - 09:14
Hendingin fór fram í býnum Yountville í Kalifornia í gjárkvøldið, skrivar heimasíðan hjá TV2.dk í morgun.
Umframt tær tríggjar kvinnurnar, sum eru funnar deyðar, er eisini gíslatakarin funnin deyður á staðnum, har hendingin fór fram
Gíslatakarin var fyrrverandi hermaður, sum hevur verið innlagdur á røktarheiminum, Pathway Home, sum hjálpir fyrrverandi hermonnum við álvarsligum sálarligum krígsárinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV