- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lønarmunurin í Fraklandi skal burtur
Uppskotið varð lagt fram í gjár, og nú fara partarnir á arbeiðsmarknaðinum at taka støðu til ætlanirnar.
Menn fáa í miðal 9 prosent meir í løn enn kvinnur í Frakland, - hóast tað fyri 45 árum síðani kom í gildi lóg um líka løn fyri líka arbeiði.
- Tað er ørt, at hetta er ásett við lóg og at javnstøðan ikki virkar í gerandisdegnum. Okkara mál er at fara frá fínum orðum til veruliga og fullkomna javnstøðu, segði franski forsætisráðharrin, Edouard Philippe, við BBC.
Franska fyritøkur fáa trý ár at rætta lønarmunin.
Sambært ætlanunum, fer franski staturin at strika tær fyritøkur, sum ikki hava megnað at taka burtur munin á løn til kvinnur og menn.
Fyritøkur, sum hava meira enn 50 starvsfólk, skulu seta serliga talgilda lønarskipan í verk. Við hjálp frá tøknini, ber so til at hava eftirlit við, um munur verður á lønini til kvinnur og menn.
Ætlanin er, at fáa fleiri og fleiri fyritøkur í hesa skipan.
Stjórnin fer eisini at herða eftirlitið fyri at tryggja, at fyritøkur veruliga nýta skipanina, skriva YLE.