- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í Kina verður stríðið móti mutri hert nógv meira
Nýggjur stovnur skal skipa átakið, og fólkakongressin skal geva stovninum víðari heimildir enn hana, sum dómstólar hava.
Nýggja kinesiska eftirlitsnevndin hevur rætt til at kanna og revsa allar kinesarar, sum eru í starvi hjá tí almenna, uttan at málið kemur fyri rættin.
Nærum 1,3 miljónir flokslimir í kommunistaflokkinum eru revsaðir síðani Xi Jinping setti átakið í verk í 2013. Átakið hevur fingið góða móttøku, tí kinesarar hava leingi verið argir um víðfevnda mutrið. Men Xi nýtir eisini átakið til at sleppa av við politisk mótstøðufólk, og nú átakið verður hert, mugu tey, sum eru politiskt ósamd við Xi, halda lágan profil. Nærmasti sameindi hjá Xi, Wang Qishan, hevur staðið á odda fyri átakinum.
Ætlanin var, at Wang skuldi pensjonerast eftir fólkakongressina, men hann er í staðin valdur til varaforseta. Skipanin ger altso sítt fyri at tryggja valdið hjá Xi Jinping. Og miðvísi Wang Qishan er júst kendur fyri sítt fullkomna trúfesti.