- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðin á fastognarmarknaðin
Varðin á fastognarmarknaðin
Í síðstu viku keypti reiðaríið høvuðssætið og jørðina hjá Bank Nordik í Havn, sum nú skal leiga bygning og jørð frá reiðaríinum.
Mynd: Vardin.fo
09.03.2018 - 15:01
Varðin í Gøtu fer nú inn á fastognarmarknaðin.
Í síðstu viku keypti reiðaríið høvuðssætið og jørðina hjá Bank Nordik í Havn, sum nú skal leiga bygning og jørð frá reiðaríinum.
Aðalfundurin í felagnum hevur nú broytt viðtøkurnar, soleiðis at endamálið við Varðanum ikki longur bara er fiskivinna og -ídnaður, men eisini at eiga fasta ogn, at leiga út og hava aðra vinnu í hesum sambandi.
Kringvarpið hevur roynt at fingið samrøðu við Jákup Jacobsen, stjóra í Varðanum um teirra ætlanir á fastognarmarknaðinum, men tað hevur ikki eydnast okkum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV