KOKS fær loyvi frá yvirfriðingarnevndini

KOKS fær loyvi frá yvirfriðingarnevndini
Matstovan Koks fær loyvi frá Yvirfriðingarnevndini til at fara undir matstovuvirksemi í friðaða økinum Fram við Gjónna.
 
09.03.2018 - 12:58

Koks fær loyvi at taka niður eitt gamalt seyðahús við síðuna av søguliga húsinum Frammi við Gjónna, byggja eitt nýtt hús til køkin, og síðani lata bóndanum tað aftur til sítt virksemi.

Henrik Møller er formaður í Yvirfriðingarnevndini, og hann sigur, at nevndin hevur góðkent, at KOKS setur upp hús Frammi við Gjónna. 

Bara í eitt ár

Koks hevur fingið loyvi at hava sítt matstovu-virksemi í friðu húsunum í friðaða økinum Frammi við Gjónna í eitt ár - og matstovan skal sambært Henriki Møller ikki rokna við at fáa loyvið longt.

Hann sigur eisini, at tað er ein fortreyt fyri loyvinum, at virksemið hjá KOKS steðgar eftir eitt ár. 

Í loyvinum til Koks liggur, at ein bygningur við síðuna av húsinum fram við Gjónna verður tikin niður, og ein nýggjur bygningur settur upp í staðin. Har skal køkurin hjá Koks halda til. 

Sílaveiðifelagið finst at ætlanini

Sílaveiðifelagið vísir á, at ætlanin hjá Koks hevur við sær nógva ferðing aftur og fram á økinum - og tað gongur út yvir náttúruna og vil eisini oyðileggja virksemið hjá sílaveiðifelagnum. 

Yvirfriðingarnevndin hevur lurtað eftir hesum atfinningum, og ein treyt í loyvinum til Koks er, at ferðslan á økinum ikki má broyta ella oyðileggja náttúruna, sigur Henrik Møller.

Tórshavnar Kommuna skal nú geva byggiloyvi, áðrenn Koks kann fara ígongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737