- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggir flokkar bjóða seg fram í Grønlandi
Landstingsval verður í Grønlandi í apríl, og tveir nýggir flokkar royna at savna undirskriftir, so teir kunnu stilla upp. Annar flokkurin er tann hjá Vittus Qujaukitsoq. Hann var annars limur í Siumut, men varð koyrdur frá, sum landsstýrismaður í uttanríkismálum, og fór úr flokkinum. Vittus Qujaukitsoq sigur við KNR, at tey eru úti og savna seinastu undirskriftirnar í bygdnum og býum í Grønalandi.
Ein flokkur skal hava 942 undirskriftir, fyri at stilla upp. Hesar skulu verða latnar inn í seinasta lagi fimm vikur undan vali, sigur KNR.
Enn er ógreitt, um valið verður 17. ella 24. apríl. Men um valið verður 17, so er freistin at lata undirskriftir inn týsdagin.
Kim Kielsen, landsstýrisformaður, boðaði fyrradagin frá, at val skuldi vera. Men skipanin í Grønlandi er so, at tað er landstingið, ið skrivar út val.
Landsstingið hevur tingfund týsdagin, og tá er eitt mál á skránni, nevniliga áseting av valdegnum.