- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talgild hóttan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/galaxy-note-7-ap.jpg?itok=TT2f1txC)
- Í talgilda rúminum eru serliga tríggjar álvarsligar hóttanir móti Noregi. Ávirking, njósning og sabotasja, sigur stjórin í norsku fregnartænastuni, Morten Haga Lunde.
- Talið av russiskum royndum at ávirka lond í vesturheiminum er vaksið seinastu árini. Millum annað har roynt verður at ávirka val-tilgongdir og valúrslit.
Hetta er vaksandi avbjóðing fyri vesturlendsk demokrati, staðfestir stjórin fyri fregnartænastuni í hóttanarmetingini fyri 2018.
- Kortini er njósning í talgilda rúminum alvorligasta hóttanin móti Noregi. Fleiri royna at avdúka og sníkja seg inn hjá norskum myndugleikum og fyritøkum.
Endamálið er í fyrstu atløgu at fáa kunning um vanlig politisk og hernaðarlig mál, síðani er tað ídnaðarnjósning, sigur fregnartænastan.