![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/frances_mcdormand_oscars_onstage.jpg?itok=9ia9dXmZ)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oscarhandanin 2018
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gettyimages-927251062_copy.jpg?itok=EXg1QF3J)
Filmssjónleikarkvinnan Frances McDormand vann Oscarvirðisløn fyri sín leiklut í filminum, Three Billboards Outside Ebbing, Missouri.
Filmurin er um eina mammu, hvørs dóttir verður neyðtikin og dripin. Í máttloysi um at myndugleikarnir á staðnum ikki megna at fanga drápsmannin, fer mamman upp í móti myndugleikunum í lítla býnum Ebbing í statinum, Missouri upp á ein heilt serligan máta.
Sjónleikarin Sam Rockwell vann eisini ein Oscar fyri besta mannliga hjáleiklut í filminum Three Billboards Outside Ebbing, Missouri. Sostatt vann filmurin tveir Oscars í nátt.
Flest tilnevningar og flest virðislønir
Filmurin The Shape of Water byrjaði kvøldið við flest tilnevningum. Filmurin var tilnevndur í 13 ymiskum bólkum.
The Shape of Water gjørdist eisini stóri vinnarin, serliga tá tað varð greitt, at filmurin vann heiðurin sum besti filmur. Harafturat vann filmurin eisini bestu leikstjórn við Guillermo del Toro, besta upprunaliga tónleik og pallsnið.
Dunkirk vann næstmest
Stóri krígsfilmurin Dunkirk vann næstmestar virðislønir. Filmurin, ið snýr seg um annar veraldarbardaga og teir mongu hermenninar, ið vóru strandaðir í Dunkirk, vann tríggjar Oscars. Filmurin vann nevniliga fyri ritstjórnan, ljóðmiks og ljóðstjórnan.
Ræðufilmurin Get Out vann ein oscar fyri besta uppruna filmshandrit, ið eisini er ein sera spennandi og virðismettur bólkur.
Gary Oldman vann fyri besta mannliga høvuðsleiklut í filminum, Darkest Hour.
Lady Bird vann einki
Stuttleikafilmurin Lady Bird var tilnevndur í fimm bólkum, men vann einki.
Leikstjórin, Greta Gerwig, var einasta kvinnuliga tilnevning í leikstjóra-bólkinum, og harafturat er hon fimta kvinna nakrantíð, sum er tilnevnd besti leikstjóri.
Svenski filmurin The Square var tilnevndur sum besti útlendski filmur. Danski sjónleikarin, Claes Bang, spælir høvuðsleiklutin í filminum, sum snýr seg um eitt nútímans gallerí í Stockholm.
Kilenski filmurin A Fantastic Woman, sum snýr seg um eina transkynda kvinnu, vann virðislønina í hesum bólkinum.
Oscar virðislønin hevur sína egnu heimasíðu. Til ber at síggja allar vinnararnar við at trýsta her.