- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðin keypir høvðussætið hjá Bank Nordik
Varðin keypir høvðussætið hjá Bank Nordik
Reiðaríiið Varðin hevur keypt høvuðssætið hjá Bank Nordik í Havn.
01.03.2018 - 12:32
Bankin boðar ídag frá, at avtala er gjørd við P/F Varðin um at selja felagnum høvuðssætið hjá BankNordik í Havn, og at bankin síðani langtíðarleigar hann aftur frá teimum.
Fyrr í vikuni, tá ársroknskapurin hjá samtakinum varð útgivin, kom tað fram, at Bank Nordik hugsaði um at selja høvuðssætið.
Ognin varð seld fyri 140 milliónir krónur, og Bank Nordik skal leiga bygningin í 15 ár við møguleika at leingja leigumálið við 5 árum.
Avtalan er tó treytað av, at aðalfundurin hjá Varðanum góðtekur hetta. Hetta gevur bankanum 70 milliónir krónur í vinnnigi fyri skatt.
Árliga leigan er 5 milliónir krónur, og leigan hækkar við einum prosenti um árið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV