- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava skattafríar gávur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/joen_magnus_rasmussen_1.jpg?itok=bXVwqtKn)
Eingin skal fáa meira enn 5.000 krónur skattafríar frá sama gevara í einum ári, og samlaða uppæddin av skattafríum gávum kann ikki fara upp um 30.000 kr. í einum ári.
Eftir galdandi lóg eru gávur vanliga skattafríar. Tó eru serliga ásetingar um gávur millum familjulimir.
Joen Magnus Ramussen sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at eftir galdandi lóg kann gáva í stóran mun enda í landskassanum, hóast hon varð ætlað at hjálpa einum, ið hevur tørv á henni.
Og av tí at gávur skulu leggjast aftrat skattskyldugu inntøkuna, verða tær altíð toppskattaðar, sigur Joen Magnus Rasmussen.
Taks hevur upplýst, at upplýsingar um inntøkur eru ikki útgreinaðar soleiðis, at tað ber til at siga, hvørjar fíggjarligu avleiðingar verða slíkari skattafrítøku, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.