- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættarhjálpin fekk eisini nógvar spurningar í fjør
Rættarhjálp Føroya fekk 725 fyrispurningar í fjør og byrjaði 26 mál. 11 teirra endaðu eisini í fjør.
648 fyrispurningar vórðu avgreiddir við ráðgeving.
Í 59 førum vórðu tey, sum venda sær til Rættarhjálpina, víst til sakførara.
Fyrst og fremst løntakarar venda sær til Rættarhjálpina. Teir vóru 463, ið svarar til 64%, í fjør.
Og aldursbólkurin 30 til 65 ár er best umboðaður, hann er sløk 73%.
Javnt býtt
363 menn, 360 kvinnur og tvey feløg vendu sær til Rættarhjálpina í 2017. Rættarhjálpin byrjaði í 1996.
Har arbeiða 18 løgfrøðingar fýra tímar um vikuna, ein skrivari 14 tímar og vaskifólk.
Rættarhjálpin er fyri stóran part fíggjað úr Danmark. Løgmálaráðið letur henni slakar 390.000 kr. um árið og landsstýrið 50.000 kr.
Rættarhjálpin hevði 50.000 kr. í vinningi í fjør.